Trongari fíggjarkarmar ávirkaðu eisini avgerðina

Mikkjal Helmsdal hevur sagt seg úr starvinum sum rektari á Føroya Studentaskúla og HF- skeiði frá 25. juli at rokna. Hann hevur fingið rektarastarv á Vestjysk Gymnasium í Danmark, og tekur við hesum starvinum 1. august.

Tað eru ikki bara ein nýggj og spennandi avbjóðing niðri í Danmark, sum hava fingið Mikkjal Helmsdal at taka við rektarastarvinum á Vestjysk Gymnasium. Trongari fíggjarkarmar tey seinastu árini hava eisini havt sína ávirkan á avgerðina hjá Mikkjali Helmsdal, um at gevast, sum rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til hoyra eina samrøðu við Mikkjal Helmsdal.