Tróndur skal prýða norðurlendska fólkaháskúlan

Nú A. P. Møller hevur játtað pening til norðurlendska fókaháskúlan í Kungälv í Svøríki, hevur leiðslan heitt á Trónd Patursson at prýða skúlan.

Grunnurin hjá A. P. Møller og konuni Chastine Mc-Kinney Møller, hevur játtað norðurlendska fólkaháskúlanum 2,4 milliónir krónur til út- og umbygging. Norðurlendski fólkaháskúlin í Kungälv er einasti felagsnorðurlendski háskúlin.

 

Í fráboðanini frá skúlanum sigur skúlastjórin, Hans-Åke Höber, at tað er føroyski glarlistamaðurin Tróndur Patursson, ið skal prýða hølini í skúlanum.

 

Norðurlendski fólkaháskúlin byrjaði í 1947 og hevur næmingar frá øllum norðurlendsku londunum.