Tromsø vil hava fleiri fiskivinnuskúlanæmingar

Jóan Karl Joensen, sum lesur fiskarífak á lærdum háskúla í Tromsø, kemur í næstum til Føroya at kunna um útbúgvingbarmøguleikar í norðurnorska býnum. Prógvið frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna man hava roynst væl í norðurnorska býnum Tromsø, tí í næstum kemur Jóan Karl Joensen, sum lesur fiskarífak við norska universitetið til Føroya at kunna um útbúgvingarmøguleikarnar á norðurnorska universitetinum. Tey flestu munnu minnast Jóan Karl, sum var nógv frammi í fjølmiðlunum síðsta summar, tí norðmenn settu spurnartekin við prógvið frá Fiskivinnuskúlanum. Men nú er vent í holuni.

Jóan Karl byrjaði lesturin í Tromsø síðsta summar, og herfyri heitti lærustovnurin á hann um at fara til Føroya at fáa fleiri fiskivinnunæmingar og aðrar føroyskar miðnámsnæmingar at koma til Noregs at útbúgva seg. Jóan Karl kemur til Føroya beint áðrenn ella beint eftir páskir, og tá fer hann at ferðast runt og kunna á fleiri føroyskum miðnámsskúlum.

Fyrrverandi næmingurin frá Fiskivinnuskúlanum sigur seg trívast væl í Tromsø, men hann gleðir seg til at sleppa ein túr til Føroya á páskum, har hann sjálvsagt eisini fer at heilsa upp á vinir og kenningar.

- Vit á Fiskivinnuskúlanum gleða okkum til at fáa vitjan av Jóan Karl. So verður tað spennandi at síggja, um hann klárar at sannføra fleiri fiskivinnunæmingar um, at tað er eitt gott hugskot at fara til Norðurnorra at lesa víðari, sigur Jákup Andreassen, stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.