Lokali guvernørurin í ukrainska havnabýnum Odessa, Maksym Marchenko, sigur, at tríggjar russiskar rakettir í dag hava rakt eitt íbúðarøki í býnum.
Reuters er millum miðlarnar, sum í kvøld bera hesi tíðindi, og her verður sagt, at guvernørurin hevur lagt eitt filmsbrot út av álopinum.
Maksym Marchenko sigur, at fólk eru deyð, men hann sigur ikki, hvussu mong hava latið lív. Russland sýtir fyri at hava rakt sivil mál í álopinum á Odessa í dag.
Kreml-talsmaðurin, Dimitrij Peskov, sigur, at Russland fer at styrkja seg við markið vestur eftir, soleiðis at tað ikki verður vert hjá nøkrum at leyp á her.
- Verjumálaráðið hjá okkum arbeiðir við einari ætlan at veksa um og styrkja okkara hernaðarligu støðu við markið vestur eftir, sigur hann sambært russisku ávísini, Izvestia.