Tríggir nýggir tónleikarar á Frigg

Høgni Lisberg, Annika Hoydal og Rasmus Lyberth vera á Frigg í Keypmannahavn í mai


Tað er nú greitt, at eisini teir báðir føroyingarnir, Høgni Lisberg og Annika Hoydal, fara at syngja og spæla á Frigg festivalinum í Keypmannahavn í mai.

 

Tað er eisini greitt, at grønlendingurin, Rasmus Lyberth, verður at hoyra á festivalinum.

 

Høgni Lisberg, sum er  ámyndini, hevur flutt seg støðugt, síðani hann byrjaði yrkisleið sína í 2003, staðfesta tey, sum fyrireika Frigg.

 

- Hetta hevur verið við til at gjørt hann til ein vælumtóktan tónleikara, við stórum fjepparaskarða bæði heima í Føroyum og uttanlands.

 

Í hesum sambandi kann nevnast, at hann hevur verið at hoyrt í landsumfevnandi sjónvarpsátaki í USA hjá CBS í sambandi við US Open í Tennis í 2012 og 2013, umframt at hann hevur gjørt vart við seg í MTV Jersey Shore og í telduspælinum NBA 2K11.

 

Høgri hevur eisini verið á konsertferð runt um í Evropa og hevur eitt nú spælt á Roskilde Festivalinum, Spot Festivalinum, Iceland Airwaves, SXSW, Midem, Italia Wave Love og aðra staðni.

 

Annika Hoydal hevur sett sín dám á føroyskt mentanarlív í mong ár og kendir sangir sum “Aldan”, “Ólavur Riddararós”, “Í Dans”, “Eitt kvøldið so síðla” og aðrar perlur frá tíðini í Harkaliðnum, og frá soloútgávunum hjá Anniku, verða at hoyra á Frigg Festivalinum.

 

Jógvan Dahl og Annika Hoyddal spældu saman í legendariska Harkaliðnum. Nú hava tey bæði funnið saman aftur og saman við Eyðuni Mohr Hansen, og Kaj Johannesen, hava tey sungið og spælt á føroyskum festivalinum og á ymsum tónleikatiltøkum, eisini utttan fyri Føroyar.

 

- Annika er kend í øllum Norðanlondum og í Týsklandi, har hon hevur ferðast nógv, og hon er ein týdningarmikil, føroyskur lista- og mentanarboðberi, siga Frigg fyrireikararnir.

 

Rasmus Lyberth hevur verið ein av fremstu tónlistarum í Grønlandi í meiri enn eitt mannaminni og hann er eisini kendur uttanfyri grønlendsku landoddarnar.

 

Hann hevur verið við til at seta grønlendskan tónleik á breddan úti í heimi og er sostatt ein altjóða ímynd av grønlendskari tónlist, serliga tí hann í stóran mun syngur á hansara móðurmáli.

 

Fyribils er sostatt greitt, at hesi fara at syngja og spæla á Frigg festivalinum: Eivør, Páll Finnur Páll, Swangah, Týr, Dangers of the Sea, Nanook, Kaleo, Hjálmar, Laila av Reynu, Høgni Lisberg, Annika Hoydal og Rasmus Lyberth.