Tríggir bilar í ferðsluóhappi í Kollafirði

Klokkan 17.27 hendi eitt ferðsluóhapp í Kollafirði, har tríggir bilar fingu materiellar skaðar.

Tað var klokkan 17.27 seinnapartin í dag, at løgreglan fekk fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent á landsvegnum niðan fyri kirkjuna í Kollafirði.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at orsøkin til ferðsluóhappið var, at ein bilur, sum var á veg suður eftir, sum fór út í skeiva koyribreyt.

 

- Bilurin, sum fór út í skeiva breyt, stoytti - ikki beinleiðis frontalt - men frammarlaga í síðuna á einum bili, sum var á veg norðureftir. 

 

Lagt verður aftrat, at bilurin, ið var aftan fyri bilin, sum var á veg norður eftir, eisini endaði uppi í ferðsluóhappinum.

 

- Eingin fólkaskaði hendi, men tveir av bilunum, sum vóru partur av ferðsluóhappinum, kundu ikki koyra av staðnum.

 

Løgreglan veit ikki, hví førarin á bilinum, sum var á veg suður eftir, koyrdi út í skeiva koyribreyt og soleiðis var atvoldin til ferðsluóhappið í Kollafirði.

 

- Vit fara nú at gera fleiri avhoyringar, sum vónandi kunnu greiða, hví ferðsluóhappið hendi, sigur vakthavandi.