Seint í dag hava russisk dronuálop beint fyri trimum fólkum í landnyrðingspartinum av Ukraina.
Tað upplýsir guvernørurin í Kharkiv-regiónini, Oleh Syniehubov, á Telegram, og tað er Reuters sum endurgevur.
Býurin, Kharkiv, er næst størsti býur í Ukraina, og býurin liggur bert 40 kilometrar úr russiska markinum.
Kharkiv-regiónin í Ukraina hevur verið fyri óteljandi russiskum álopum, síðan Russland leyp á grannalandið.