Burðardygd á breddan á Kambsdali

Herfyri varð sjøtul settur á ársins tvørfakligu tilgongd hjá 2. flokki á gymnasialu breytunum á Kambsdali. Burðardygd er evnið í ár, og skipað verður m.a. fyri trimum felagsfyrilestrum í august og september. Fyrsti fyrilesturin var um verndarvirksemið hjá Umhvørvisstovuni. Rakul Mortensen, umhvørvisevnafrøðingur, legði fram.

 

Rakul Mortensen frá Umhvørvisstovuni legði fram. Rakul tók fyri góður 20 árum síðani studentsprógv á Kambsdali og gekk í fyrsta hástigsflokkinum í evnafrøði hjá Hans Futtrup (t.v.). Til høgru er ein annar av evnisfrøðilærarum skálans Lau Jensen. Altíð áhugavert at fáa vitjar av fyrrverandi næmingum.

 

Tvørfakligir førleikar eru avgerandi í nútíðarsamfelagnum, og tí er hetta eisini ein aðartáttur í gymnasialu útbúgvingunum. At skilja einstøku lærugreinina í einum breiðum og samanhangandi høpi er umráðandi, tá hesir førleikar skulu mennast og fløktir spurningar skulu greinast.

 

ST-heimsmálini fyri burðadygga menning vöru eisini á skránni. Tey siga okkum eisini nakað um, hvussu samansettar og tvørgreinaliga dagsins avbjóðingar eru.

 

Burðardygd er sum sagt yvirskipaða evnið, ið umframt við felagsfyrilestar eisini verður ítøkiligjørt av lærarunum á ymisku breytunum. Náttúrubreytin hevur serliga fokus á lærugreinirnar lív-, alis- og støddfrøði. Hugbreytin hevur fokus á mál, søgu og samfelag, meðan búskaparbreytin serliga hevur fokus á búskaparligu lærugreinirnar.

 

Hesi skulu í november lata sokallaðu breytauppgávuna inn. Burðardygd er yvirskipaða ennið í ár, og fyrireikingarnar eru lognu í gengd.

 

Næsti felagsfyrilesturin verður um burðardygga orku.

 

Næmingarnir tilevna saman við lærarum ein arbeiðssetning, sum er grundarlagið undir eini tvørfakligari einstaklingauppgávu, sum verður latin inn í november, skrivar kambsdalur.fo.