"Triði hálvleikur" byrjar klokkan 17.50 í dag

Av tí, at tríggir dystir ikki byrja fyrr enn klokkan 16, so byrjar sendingin á Rás2 ein tíma seinni enn vanligt

Dysturin í Premier League millum Liverpool og Manchester City hevur skumpað føroysku effo-deildina, so tríggir dystir í effodeildini byrja ein tíma seinni enn vanligt.Tí byrjar fótbóltssendingin á Rás2, sum nevnist "Triði hálvleikur" klokkan 17.50 í dag.

 

Tróndur Arge kemur inn av Argjum, og prátar við umboð fyri AB og Skála. Kaysten Rasmussen (Skála) og Andrass Drangastein (AB) vitja Rásarúmið til eitt prát. Trygvi Mortensen(NSÍ), Eyðun Klakstein (KÍ), Jógvan Martin Olsen (B68), Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur), Atli Gregersen (Víkingur) og ætlandi Albert Ellefsen (ÍF) verða á tráðnum til eitt prát um dagsins dystir. Bogi Hammer vitjar eisini Rásarúmið til eitt prát um eina sterka manna kapping, sum verður í næstum.

 

Besta sms´ið á 559999 vinnur eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland, sunnudagin 7. september. Bestu sms´ini verða eisini prentaði í Sosialinum.

 

Tað ber til at lurta eftir sendingini her: http://www.pressan.fo/index.php?id=101