Ikki er Harry Potter tikin niður av veggunum í øllum biografunum kring heimin, áðrenn tosið um trý-aran longu er byrjað.
Næsti filmur í røðini er Harry Potter and the prisoner of Azkaban. Warner Bros hevur gjørt av, at partar av filminum skulu takast upp í skotska hálandinum. Staðið, sum er valt út til upptøkurnar, er Clencoe. Og tað verður so karmur um triðja skúlaárið hjá Harry Potter.
Eini 400 fólk fara at luttaka í upptøkunum, sum byrja longu í februar og halda fram til mei næsta ár.
Warner Bros hevur søkt um loyvi at byggja filmsettið í Glencoe í Skotlandi. Tað fer at geva tí lokala ídnaðinum eitt ískoyti áljóðandi tríggjar milliónir pund.
Tað er annars ikki fyrstu ferð, at hetta staðið verður nýtt til filmsupptøkur.
Í 1995 bleiv Braveheart, sum Mel Gibson leikstjórnaði og leikti høvuðsleiklutin í, tikin upp har.