Treytaleyst krav um Sandoyartunnil

Sandoyartunnilin skal byrja í 2015, annars atkvøður Brandur Sandoy ikki fyri Eysturoyartunlinum, sum hann kallar ein óneyðugan marglætistunnil

Sandoyartunnilin skal ikki bíða í fimm ár afturat!

 

Tað staðfestir Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum er í  samgongu.

 

Hann vil undir ongum umstøðum góðtaka tað, sum Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, hugsar sær longur niðri á in.fo um, at Eysturoyartunnilin skal borast fyrst og so verður farið undir Sandoyartunnilin beint aftaná.

 

- Eg sigi kortanei til at bíða í fleiri ár afturat áðrenn farið verður undir Sandoyartunnilin, sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.

 

Hann vísir til ætlanina, løgmaður hevði um, at framskunda Sandoyartunnilin so at farast kann undir hann í 2015.

 

- Fái eg ikki trygd frá samgonguni um, at hetta lyftið verður hildið, fari eg heldur ikki at atkvøða fyri Eysturoyartunlinum, sigur Brandur Sandoy.

 

Nú hevur samgongan meiri enn einaferð lovað at farast skal undir Sandoyartunnilin, men higartil er tað blivið av ongum?

 

- Tað er rætt og tí skal eg hava eina klokkuklára avtalu um at Sandoyartunnilin skal byrja í 2015, annars atkvøði eg ikki fyri Eysturoyartunnilin, sum í mínum eygum er ein óneyðug marglætisætlan, sigur hann.

 

Men hóast hann heldur, at hetta er ein marlætisætlan, fer hann ikki at seta seg ímóti tí, er politiskur vilji til at fremja hana. Men tað skal undir ongum umstøðum seinka Sandoyartunlinum, so at hann ikki byrjar í 2015.

 

Brandur Sandoy heldur, at tað er eingin sum helst trupulleiki at fara undir tveir milliardtunlar í Føroyum ísenn so leingi annar er privatur og onga ávirkan hevur á landskassan.