Tredje gang er lykkens gang

Aftaná tveir føroyskar Petrar, Petur Pólson og Petur Háberg, var tíðin komin til íslendsku útgávuna, Petur Bén

Íslendski Petur Bén var millum tey nøvnini, sum eg hevði á listanum yvir spennandi nøvn, ið máttu hoyrast.


Fyri nøkrum mánaðum síðani hoyrdi eg hann á Norðurbryggjuni, har hann einsamallur bergtók áhoyrararnar við sínum sangi og gittara. Av teimum báðum er tað serliga við gittaranum, at hann er í serflokki. Tí var tað sera spennandi at hoyra hann aftur á Spæliplássinum í kvøld við bólki.


Saman við Peturi á palli var ein trummuspælari og ein bassspælari. Ofta er tað torført at fylla ljóðmyndina við bert trimum ljóðførum, men tað megnaði tríbólkurin til fulnar.


Teir spældu gittargrundaðan popprokk, har Petur Bén var í fokus. Nakrir sangir vóru villir, meðan tað meiri stilla eisini slapp framat. Bæði sløgini eydnaðust sera væl. Kanska serliga ‘White Tiger’ og ‘Something Radical’ fangaðu. Men eisini ‘Billie Jean’, ið er eitt lag hjá (fyrrverandi) poppkonginum Michael Jackson, megnaði Petur at spæla á hegnisligan hátt


Fólk nutu framførsluna í góða veðrinum, og íslendingurin lat okkum eisini vita, at hann var sera glaður fyri Føroyar og fyri at vera her.


Ein stak góð framførsla, sum samstundis eisini livdi upp til mínar vónir.