Útróðrarmenn stuðlaðir at flyta fiskin á uppboðssølu

- Endamálið við studninginum er í rímiligan mun at javnstilla fiskaframleiðarar í útjaðaraøkjunum við meginøkið. Hetta er galdandi bæði fyri at flyta fiskin frá uppboðssølu/landingarmiðstøð til fiskavirki og virkaðan fisk frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, segði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, tá hann legði uppskotið fram fyrr í mánaðinum. Eftir fyrstu viðgerð fríggjadagin í farnu viku, er uppskotið nú í Vinnunevndini

Ólavur í Beiti


Í viðmerkingunum til uppskotið, segði Finnbogi Arge m.a., at galdandi løgtingslóg frá 1995 er broytt fyrr, og nú verður uppskot gjørt til nýggja, í staðin fyi at broyta hana einaferð enn. Innihaldið í hesum uppskoti er stórt sæð tað sama sum í verandi lóg.

- Endamálið við studninginum er í rímiligan mun at javnstilla fiskaframleiðarar í útjaðaraøkjunum við meginøkið. Hetta er galdandi bæði fyri at flyta fiskin frá uppboðssølu/landingarmiðstøð til fiskavirki og virkaðan fisk frá fiskavirkjum til avskipingarhavn.

Og landsstýrismaðurin sigur eisini, at landsstýrið arbeiðir við at finna aðrar loysnir í flutningsvinnuni, sum í størri høpi kunnu lúka sama endamál. Harafturat verða útróðrarmenn stuðlaðir at flyta fiskin á uppboðssølu.


1,5 mió. øking

Vinnumálaráðharrin upplýsti, at broytingin verður mett at føra til eina minni øking í útgoldnum studningi. Tann nýggja heimildin til flutning av virkaðum, veiddum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja, verður mett at føra til eina øking í studningi uppá uml. 1,5 mió. kr.

Í 1998 eru avsettar 3 mió. kr. á fíggjarlógini, og sama upphædd er sett á fíggjarlógaruppskotið fyri 1999, upplýsti Finnbogi Arge.


Heimildirnar

Verður uppskotið samtykt í verandi líki, so verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda stuðul til flutning av fiski frá uppboðssølu ella landingarmiðstøð til virkingar í økjum, har firðir ella sund skilja.

Og landsstýrismanninum verður somuleiðis heimilað at útgjalda útróðrarbátum stuðul til flutning av fiski frá økjum, har eingin uppboðssøla er, til nærmastu uppboðssølu. Honum verður heimilað at útgjalda stuðul til flutning av virkaðum, veiddum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja.

Uppskotið varð til 1. viðgerð fríggjadagin í farnu viku, og er nú beint í Vinnunevndina.