##med2##
Í steðginum í finaluni millum Víking og HB fekk frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge orðið á Trónd Jensen, miðvallara sum hevur verið sera eyðsýndur hjá HB í ár, men persónliga kappingarárið hjá Tróndi Jensen er nú liðugt, tí hann sleit krossbandið í heimadystinum móti Skála í undanfarna umfari í betrideildini.
Tróndur Jensen leggur eina við, at tað er ikki spurningurin um, men heldur spurningurin nær hann verður at síggja aftur á leikvøllinum.
Um finaluna um løgmanssteypið væntar Tróndur Jensen, at HB fer at leggja tvey mál aftrat tí eina hjá Adrian Justinussen, og fer sostatt at vinna 3-0 á Víkingi.










