Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði landað í Fuglafirði

Eingin munandi svartkjaftafiskiskapur er í løtuni, men skipini leita um ymiskar leiðir

Fiskivinna

Fiskiskapurin hjá svartkjaftaskipunum sunnanfyri er nú minkaður burtur í lítið og einki, og nú leita skipini um ymiskar leiðir fyri at vita, um tey kunnu finna nakað.

Tvær landingar
Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði, sum hava roynt á markinum millum Føroyar og Hetland, hava júst landað í Fuglafirði. Annar landaði í gjár, hin í fyrradagin. Skipini høvdu ávikavist 1100 og 2100 tons.
Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði komu inn fyri veður, men eftir at tey hava lagt veiðina upp, eru tey nú farin avstað aftur.
Sum skilst, er eingin betýðiligur svartkjaftafiskiskapur í løtuni, men skipini leita um ymiskar leiðir.
Onkur skip eru longur suðuri á leiðini, og onnur leita sunnanfyri Munkagrunnin.

Inn at landa
Túrarnir hjá Christiani í Grótinum og Norðborg eru nú við at gerast langir.
Skipini hava umleið 500 tons í part, og væntandi er, at tey fara at stevna til lands at leggja veiðina upp ein av fyrstu døgunum.