Trøini í Havn fingu toyggið í morgun

Tíðliga í morgun var vindurin upp á tað mesta í Havn.

 

Í miðbýnum hevur hetta serliga gingið út yvir trøini, sum standa við fullum leyvi og tí taka nógvan vind á seg.

 

Gamla ahorn træið, sum í sínari tíð stóð í garðinum hjá Herluf Arnason í Sverrisgøtu orkaði ikki meira og støkk av tvørtur um garðin og lá út yvir Sverrisgøtu, til Sløkkiliðið í Havn kom og sagaði træið sundur og fór av stað við tí.

 

Eisini fór eitt av ahortrøunum í urtagarðinum hjá Ríkisumboðsmanninum. Hetta var eitt av trøunum í eystara parti av urtagarðinum niðan móti vegnum undir Ryggi.

 

Fleiri onnur trø í býnum hava fingið smærri skaðar, og lógu nógvar greinar og sløddust á Vaglinum og í gongugøtuni.