25. s. e. trinitatis
1. tr. : Matt. 24,15-28
Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er
sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu. Amen.
Nú um stundir eru mær bornar kvøður við bøn um Harrans signing. Millum føgur orð varð sipað til yrkingina Norðhavið, har Sigurd Joensen, sáli, lýsir tíðarhvarvið. Tað nýggja er ikki so nýtt, og tað gamla roynist væl. Hvørt skifti ber í sær ein førning, og tann tíðarleysi førningurin gevur kjølfesti.
Tað var fedranna førning, ið eg varð mintur á í eini loftbornari kvøðu yvir netið. Sagt varð í heilsanini : “Komi at hugsa, hvar enn tú prædikar, ella í skrúðgongu sum prestur úr Dómkirkjuni niðan á Vaglið á ólavsøku, og nú sum biskupur. So hava aðrir prædikað og traðkað somu gøtur, sum tú gongur á.”
Orð, verd at leggja sær í geyma, at vit byggja á herðar teirra, ið gingu undan. Vit traðka gøtur, onnur hava slóðað. Sjálvt um hvør tíð hevur síni tíðarfestu eyðkenni, so er førningurin, ið vit bera fram á leið, arvagóðs.
“Tað liggur ein rás, liggur mong ein rás,
har sum fedrarnir ýtaðu av.
Rógv, roddur, títt egið, ið hvarið tú rørt,
tú rørt yvir rógvið hav.”
Hin loftborna kvøðan vísti til veruleikan, at gøtan ikki altíð er løtt gingin. “Á okkara kirkjugøtu eru eisini snávingarsteinar, sum vit øll kunnu falla um. Men vit skulu ikki venda við fyri tí – heldur skulu vit flyta snávingarsteinin og leggja hann við jaðurin, soleiðis at ikki nakar annar snávar á. Fyri endanum á gøtuni stendur tann føroyska kirkjan, hon er tolin, og hon bíðar – og tí er so umráðandi, at hvør einstakur av okkum ber eitt klípi í føvninginum og leggur afturat kirkjuvarðanum. Okkum og Guði til sóma og heiður.”
Hin føroyska kirkjan, húsið, ið er halgað Guði og handað fólkinum sum griðstaður. Vegurin til húsið, kirkjugøtan. Gøtan, ið er verd at ganga, har eydnuleiðin man liggja.
Kirkjan sum heilagt hús er halgað Harranum, og tað sum stendur á ella hevur sæti á altarinum er heilagt. Hyggja vit at altarinum í Dómkirkjuni, so er tað vakurt og einfalt. Á altarinum er einans tað, ið beinleiðis sipar til Guð sum mynd ella ímynd, tær dýrabaru bøkurnar og tey heilagu kerini.
At hava virðing fyri tí, ið heilagt er, gagnar bæði fólki, landi og tjóð. Tað eru virðir, ið so avgjørt økja um trivnað og vælveru fólksins. Tað gagnar jørðini, at vit geva tí heilaga gætur, og Harrans altar er háheilagt.
Nakað av hesi kenslu síggja vit í GT, har tosað verður um hitt dagliga brenniofrið. “Í sjey dagar skalt tú sáttargera á altarinum og halga tað; soleiðis verður altarið háheilagt; hvør tann, ið nertur við tað, verður heilagur.” (2. Mós. 29,37)
Á altarinum í Dómkirkjuni stendur ein kristkrossur, har Jesus hongur á krossinum. Á einum heilagum staði stendur avmyndaður prísurin fyri rættvísgering manna. So nógv kostaði tað Guði at gera heimin sáttan við seg. Hin krossfesti og doyggjandi Jesus er sum upprisin av deyða og grøv sigursins Harri. Ein doyggjandi Guðs sonur gjørdist livandi frelsari manna.
Vit hava ikki nógvar myndir í kirkjunum. Talan er heldur um dygd enn nøgd. Tann kirkjuliga listin heldur sína prædiku og talar sítt mál. Meðan vit gleðast um skapandi lyndi, tykist tað eyðsýnt, at skal nøkur mynd hava sæti á altarinum ella omanvert altarið, so er tað myndin av Jesusi Kristi ella eitthvørt, ið sipar til Jesus.
“Tað liggur ein rás, liggur mong ein rás,
har sum fedrarnir ýtaðu av.
Rógv, roddur, títt egið, ið hvarið tú rørt,
tú rørt yvir rógvið hav.”
Tað eru góð tíðindi borin okkum til friðar, at hin krossfesti Jesus hevur gingið ta gøtu, ið vit skulu ganga. At Jesus hevur róð tann fjørð, ið okkum er ætlaður at rógva. Vit kunnu við treysti ganga fram á leið, tí undan okkum gongur staðkendur maður, hann, ið tráddi deyðans gøtu aftur til lívs.
Í øllum lívsins viðurskiftum veitir tað frið og ró, at saman við og undan okkum gongur hin upprisni Jesus. Við atliti at evsta degi eru tað eini gleðiboð, at Guð vil stytta teir trongu dagarnar, so vit ognast frelsu hansara. At tað eisini um deyðans sund kann sigast við hin einstaka nøkulunda svá : Hav gott treysti, tí eisini um deyðans sund er tað satt, at tú rørt yvir rógvið hav.
Á altarinum stendur myndin av hinum krossfesta Jesusi. Tað er aðalmálið hjá tí kristnu fjøldini at manna garð um Harrans altar. Tað heilaga halgar tey, ið fylkjast um altar Harrans.
At hava virðing fyri tí heilaga er kristnu trúnni gagnligt. Sýna vit virðing, so liggur í hesum ein virðismeting. Tvørrandi virðing kann so lætt undirmeta hin heilaga staðin.
Á heilagum staði mega ikki alskyns myndir fáa innivist. Tá talan er um tær seinastu tíðirnar og evsta dag, ávarar Jesus og nýtir eina søguliga hending sum dømi.
“Tá ið tit síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er av Dánjali profeti, standa á heilagum staði – tann ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – tá rími tey, sum eru í Júdeu, til fjals.”
Orðini sipað til tann veruleika, at Antiokus Epifanes í 168 f. kr. skemdi halgidómin í Jerúsalem, tá hann bygdi eitt lítið altar á tempulplássinum og setti eina mynd av gudinum Zeus á altarið.
Hetta er ein sigandi útsøgn. Við at sipa til eina hending afturi í tíðini verður framtíðin lýst. Vandin er altíð til staðar, at vit sum kristin saman við tí verðsliga myndugleikanum kunnu gera okkum inn á tað, ið heilagt er. Fylgjan av slíkari gerð er altíð óheppin. Tað ber signing við sær at virða økið keisarans og geva Guði tað, ið Guðs er.
Líkasum tann verðsligi myndugleikin kann gera seg inn á økið hjá templinum, á sama hátt kann hóttanin koma innanífrá úr sjálvum kirkjuliðnum. Tað er á serstakan hátt ápostulin Jóhannes, ið minnir á henda vandan, tá hann talar um mótstøðumann Guðs, Antikrist.
“Av hesum kenna tit Guðs anda : Ein og hvør andi, sum viðurkennir sær, at Jesus Kristus er komin í holdi, er frá Guði. Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði; og hetta er Antikrists andi, sum tit hava hoyrt um, at hann kemur, og hann er longu nú í heiminum.” (1. Jóh. 4,2-3)
Tað heilaga er ikki heilagt vegna eina viðtøku, men vegna hann ið halgar, vegna Guð sjálvan. Tað heilaga hevur eitt innihald, og innihaldið er Guðs egna opinbering av sær sjálvum í soninum Jesusi. Tað er verk Guðs í Kristi, ið gevur okkum hvíld og sálarfrið.
Trúgvin er grundað á Guðs gerning eina, og hon hevur sítt akkerspláss í Guði sjálvum. Tað er í trúnni á Jesus Krist at vit fáa lut í tí, sum Guðs er.
At Guðs gerningur við trúnni á Jesus Krist fellur okkum í lut eru góð tíðindi og ein sælur lutur at ognast. Tí tá snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, tá verða ikki stundir at fara inn í húsini eftir viðføri. Tað verða ikki stundir hjá teimum úti á markini at fara heim eftir klæðunum. Tá ræður um at vera ferðabúgvin og ílatin.
At liva jarðarlívið við ábyrgd og verða búgvin at møta Guði, tað eru tvinni hyggjuráð. Sæð í hesum ljósi er talan um Jesu afturkomu ein sælur boðskapur.
Meðan gingið verður fram á leið, kunnu vit fegnast um og njóta tað jarðiska, tí eisini tað jarðliga er Guðs góða gáva. Trúgvin á Jesus gagnar jørðini og gevur frið og ró, so vit ikki óttafull sita og bíða eftir løtuni, tá tað lýsir í eystri og skyggir í vestri. Í trúnni á Jesus hava vit frið við dómadag, og kunnu ístaðin síggja fram til henda dag við vón og væntan.
Í tíðarbilinum fram til Jesu afturkomu dvølja vit á heilagum staði, einum halgidómi. Kirkjan er Guðs hús. Í húsi Guðs er eitt altar, ið er háheilagt. Á altarinum eru tær dýrabaru bøkurnar og tey heilagu kerini. Og við hesum førningi eru vit væl farin nú og um ævir.
Amen.










