Tríggjar oyggjar altjóða týdning

Fríggjadagin hin 6. juli fingu Føroyar handaða váttan fyri, at Mykines, Nólsoy og Skúvoy eru útnevndar sum øki av altjóða týdningi í tráð við Ramsar sáttmálan.

Hetta hendi á ráðstevnu í Bukarest, har umboð fyri flestu av heimsins londum eru savnað.

Váttanin er ein staðfesting av, at hesi øki hava eitt somikið ríkt fuglalív, at tað hevur altjóða týdning.

- Tað er at fegnast yvir, at vit í Føroyum nú hava fingið trý øki útnevnd til Ramsar-øki í samsvari við Ramsar sáttmálan. Ein tílík góðkenning er ein staðfesting av, at vit her heima framhaldandi vilja virka fyri at varðveita okkara náttúru og tilfeingi. Góðkenningin viðførir eisini, at Føroyar koma á altjóða kortið, tá talan er um náttúruøki av týdningi, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum.

Ráðstevnan verður hildin triðja hvørt ár í samsvari við Ramsar sáttmálan. 162 lond eru fevnd av sáttmálanum, harímillum Føroyar. Ramsar sáttmálin er ein millumlanda sáttmáli, sum eitt nú áleggur limalondum skyldu at skipa fyri tiltøkum at varðveita og tryggja skynsama nýtslu av eitt nú fuglabjørgum o.ø., ið hava serligan týdning fyri ávís fuglasløg, sigur Innlendismálaráðið.