Tríggjar kvinnur borgarstjórar í Suðuroy

Sumbiar, Vágs og Fámjins kommunur hava kvinnu í borgarstjórasessinum Bygdarráðið í Fámjin hevur nú skipað seg við Eyðdis Ellendersen sum borgarstjóra. Hon varð vald á kvinnulistanum, sum vann valið í Fámjin í síðsta mánað.

Harumframt sita kvinnur í borgarstjórasessunum í Vágs kommunu og Sumbiar kommunu, so tríggir av teimum sjey borgarstjórunum í Suðuroynni eru nú kvinnur.

Hetta er helst fyrstu ferð at kynsbýtið hvat viðvíkur borgarstjórum er so javnt í Suðuroynni, skrivar Suðurrás á heimasíðu síni.