Tríggir senditímar við hondbólti og fótbólti á FM1 mánamorgun

Í morgin verður ein longri fyrrapartssending á FM1 har sendingin, 10’arin, ið vanliga byrjar klokkan 10 byrjar klokkan 9

Í morgin verður ein longri fyrrapartssending á FM1.

Í fyrsta tímanum verður tað hondbóltsprát har vertirnir, Óli J. Djurhuus og Petur Zachariassen saman við Sjúrði H. Hoydal fara at tosa um úrtøkuna hjá føroyska manslandsliðnum undanfarnu dagarnar.

Klokkan 10 vitja legendur í 10’ararnum tá Torbjørn Jacobsen (Tobbi) og Árni Gregersen setast saman at práta um teirra lið í Premier League. Teir báðir vóru til staðar saman við Ólavi í Beiti, í gomlu Ítróttarparkini í Keypmannahavn 1969 tá Stævnet og Manchester United við George Best, Bobby Charlton og Denis Law spældu dyst. Teir tríggir vóru til dystin uttan at vita av hvørjum øðrum. Eisini tríva vit í avrikið hjá NSÍ og Víkingi.

Klokkan 11 vitjar gamla landsliðskempan, Símun Samuelsen í studio har hann saman við vertunum fer at gjøgnumganga 2. Umfar í landskappingini hjá monnum.

Í sendingini verður eisini møguligt at vinna bókina hjá Philipp Lahm “Das Spiel – Die Welt des Fussballs”. Bókin er á týskum og kom út 22. Februar. Tað er forlagið “Verlag C.H.Beck”, sum hevur latið bókina.

Lurtararnir kunnu senda spurningar og viðmerkingar inn til nummar 559999.

Øll kunnu hoyra FM1 HER