Kl. 02.00, náttina til týsdagin 5. septembur 2006, vóru níggju mans handtiknir m.a. í býlinginum Vollsmose í Odense. Hetta hendi undir einum stórum løgregluátaki. Teir vóru undir illgruna fyri at leggja til rættis yvirgangsatsóknir á ymiskum støðum í Danmark ella í útlandinum. Tríggir av hesum sita nú sín dóm, eftir at nevningarnir hava funnið teir sekar. (Tann fjórði ákærdi varð funnin ósekur. Hinir fimm komu ikki undir ákæru.) Dómarnir vóru harðir, sæð í mun til danska rættarsøgu. Av teimum tólv rættarnevningunum fylgdu so í minsta lagi sjey meting dómarans, sum var sera greið: tríggir av teimum fýra vóru sekir í álvarsomu ákærunum. Teir fýra vóru ákærdir fyri at hava fingið til vega evnir og amboð og fyri at hava framleitt spreingievnið TATP til at brúka til eina ella fleiri bumbur. Hesar skuldu so verða nýttar í Danmark ella aðrastaðni, men hetta var í øllum førum steðgað, tá ið løgreglan manssterk slegði til við uml. 200 løgreglumonnum í septembur 2006. Hetta er tó ikki fyrsta og heldur ikki síðsta átakið av líknandi slagi. Í 2005 vóru fýra ungir mans tiknir í Glostrup, allir undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um at fremja yvirgangsatsóknir. Ákærurnar ímóti tveimum av hesum eru sleptar, meðan tann eini higartil varð funnin sekur og fekk ein dóm uppá sjey ár. Málið hjá tí fjórða, ein 19 ára gamal upprunaliga marokkani, byrjaði á øðrum sinni nú mánadagin 8. januar. Og í tí seinasta yvirgangsmálinum, frá 4. septembur í 2007, eru átta ákærdir, tríggir av hesum eru varðhaldsfongslaðir. Í hesum málinum var spreingievnið TATP eisini funnið. Teir eru, eins og hinir, undir illgruna fyri at hava lagt eina yvirgangsatsókn til rættis og verða teir lýstir sum »militantir islamistar við altjóða sambondum«. Ein triðji situr varðhaldsfongslaður og er ákærdur fyri at hava eggjað til at burturflyting av dønum í útlandinum. Tilsamans fýra ungir mans hava sostatt fingið harðar revsingar í tveimum málum, ið hava við yvirgang at gera. Og hetta er innanfyri eitt sera stutt áramál. Hetta er sjálvsagt ein sera órógvandi gongd, og sær mann yvir alt Evropa er hetta jú til ampa fyri tí politisku integratión av – nú búsettum – muslimsku innflytarunum, sum á ein og hvønn hátt – antin stillisliga ella ógvusliga – fer fram. Hyggja vit t.d. yvir um, til Bretlands eru síðan mai-mánað 2007 níggju mans dømdir fyri yvirgangsvirksemi. Ongar av hesum ætlanum eru tíbetur førdar út. At basa fyri yvirgangsatsóknum, og eisini ætlanum um yvirgang, er ein stór avbjóðing. Yvirgangur birtist í einum fjøltáttaðum forholdi, har hendingar uttanfyri Danmark og Evropa hava sítt at siga. Men tað er klárt, at ein politisk integratión av muslimum kring Evropa, hevði hjálpt til í »stríðnum ímóti yvirgangi«. Eitt gott útgangsstøðið fyri at røkka hesum endamáli er, eins og nýggi ráðharrin í integratiónsmálum, Birthe Rønn Hornbech, gjørdi í síni fyrstu viku sum ráðharri fyri integratións- og kirkjumálum; at alment staðfesta, at allir borgarar í Danmark skulu kenna seg sum danir og kenna seg heima. Teir seku: ? MZ: Flóttafólk og statsleysur palestini við foreldrum úr Sýria. 34 ár, lýstur sum sera trúgvandi og í Vollsmose eisini kendur við eyknavninum »lítli imamur«. Hann er giftur og nýliga vorðin pápi. Hesin fekk eina revsing á 11 ár. ? AA: Upprunaliga dani, umvendur til Islam. 32 ár og íðin skribentur av lesarabrøvum. Hesin fekk fýra ár, tað var roknað við, at hann ikki hevði ein so týðandi leiklutin í ætlanunum. ? AK: Irakiskur kurdi. Uml. 21 ár. Lesur til »social- og sundhedshjælper«. Hesin fekk eina revsing á 11 ár og varð útvístur úr landinum. Umstríddi loyniagenturin LH »Hetta málið vísir hvussu, brúk av keldum og, í summum førum agentum, er sera avgerandi.« Millum danir hevur málið gingið sína gongd líka síðan handtøkuna fyri einum ári síðan. Í rættarsalinum hevur alt málið hingið á trúvirðinum hjá LH. Men áðrenn nevningarnir fóru afturum at atkvøða, slegði dómarin fast, at trúvirðið hjá PET-agentinum LH var heilt í ordan. Og hann viðmerkti eisini, at LH var »ein góður samfelagsborgari«. Sambært Politiken hevur hesin LH frá fyrstantíð set seg í samband við PET, eftir at hava hoyrt islamistiskar útsagnir, »ið hann ikki kundi liva við«. Loyniagenurin hevur goldið og heintað tilfarið til at gera spreingievni og hann fann eisini eitt stað at royndarspreingja bumbutilfarið. Verjarnir ákæra »Lars« fyri m.a. at hava eggjað hinum til at gera nakað, sum teir ongantíð annars høvdu gjørt. Hinvegin siga ákærarnir og »Lars«, at hann gjørdi hetta, tí teir høvdu biðið hann. Ákærarnir hava eisini undir rættarmálinum víst á, at hinir ákærdu arbeiddu sjálvir við ætlanunum, tvs. uttan hjálp frá loyniagentinum. T.d., at »Lars« ikki kendi til framleiðsluháttin av spreingievninum TATP. Sambært Politiken fekk »Lars« íalt 54.000,- frá PET fyri hansara arbeiði, harafturat varð hansara billán á 30.000 innfríað av PET. Leiðslan í al-Qaeda beindi fyri sær sjálvari í ´01? Saudi-arabiska dagblaðið al-Hayat prentaði fyrst í desembur 2008 eina greinarøð, ið er gjørd yvir eina samrøðu við tann víðgongda Imam Sayyid Sharif. Dr Fadl, sum hann eisini er nevndur, er kendur fyri at vera ideologiskur leiðari av fleiri víðgongdum muslimskum rørslum, m.a. »Islamisk Jihad«. Hesin situr í fonglsi í Egyptalandi. Í greinarøðini, sum er í seks pørtum, sigur hann m.a. frá sínum kennskapi til mannin, ið sigst vera »nummar tvey« í al-Qaeda, Dr. Aiman al-Zawahiri. Teir hava kenst og samstarva í meiri enn 30 ár. Hann vil vera við, at leiðslan í al-Qaeda beindi fyri sær sjálvari ikki so langt eftir 11. septembur 2001. Og, at álopini á New York og USA, og so síðan amr. innrásin av Irak førdu við sær at netverkið, ið vit kenna sum al-Qaeda, kom upp at standa.