Komandi vikuskiftið verða tríggir spakivallir tiknir almennt í nýtslu í Klaksvík.
Talan er um sparkivøllin á Helnabrekku, á Norðoyri og við Tekniska skúla.
Í hesum sambandi verður almenn móttøka á sparkivøllinum við Tekniska Skúla leygardagin klokkan 15.30, har umboð fyri FSF, KÍ, Klaksvíkar býráð og Treysti eru við til at greiða frá nýtslu og vónum teirra til nevndu vallir.
Kommunan hevur útvegað lendið, steinsett og stoypt fundament. Síðani gevur Fótbóltsambandið umvegis UEFA stuðul við álegging av graslíki og er annars vegleiðandi, hvussu slíkir vallir skulu gerast eftir ávísum leisti.
Endamálið er at menna tey ungu í bóltspæli og annars at røra seg.
UEFA hevði í 2004 50 ára føðingardag, og gjørdi tá av at fara undir nýggja verkætlan, fyri á tann hátt at varpa ljós á stovnanina av UEFA og ikki minst fyri at stimbra undir menningina av fótbóltinum kring alt Evropa.
Verkætlanin bleiv so til eina sparkivallarverkætlan, sum eitt nú sæðst í Føroyum í dag.
Verkætlanin gongur í stuttum út upp á, at FSF fær ávísa upphædd at stuðla t.d. kommunun við at gera sparkivallir.
FSF setti sær fyri at stuðla 40 sparkivallir, og stuðulin verður latin á henda hátt:
Ókeypis graslíki til ein standard vøll, sum er 13 x 21 m
Ókeypis álegging og flutningur av graslíki.
Eisini verður stuðlað fyri at gera girðing eftir ávísum leisti, sum er góðkendur av UEFA.
- Almenn móttøka verður tí á sparkivøllinum við Tekniska Skúla í Klaksvík leygardagin klokkan 15.30, har umboð fyri FSF, KÍ, Klaksvíkar býráð og Treysti eru við til at greiða frá nýtslu og vónum teirra til nevndu vallir. Okkurt leskiligt frá Føroya Bjór verður eisini at fáa ? øll eru vælkomin, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar býráð.