Trý fólk á skaðastovuna

Um midnáttarleitið fríggjakvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í miðbýnum í Havn. Ein bilur kom oman eftir Bøkjarabrekku og ein annar niðan eftir Niels Finsensgøtu. Hesin seinni bilurin koyrdi beint út fyri tann, ið kom oman eftir Bøkjarabrekku og stoyturin var ógvusligur. Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið. Tann eini persónurin varð innlagdur til observatión, meðan hini báðir sluppu heim. Bilarnir fingu stóran skaða, og Sløkkiliðið flutti teir burtur.