Trý fólk fongslað fyri rán

Noyddu mann á at flyta sær pengar. Føroyar rættur varðhaldsfongslaði tey í 14 dagar

 

Føroya Rættur hevur varðhaldsflongslað eina kvinnu og tveir mans fyri at noyða ein mann at flyta pengar á kontu, sum ikki var hansara.

Tað var seint í gjárkvøldið, at Føroya Rættur varðhaldsfongslaði trý fólk, eina kvinnu og tveir mans, í 14 dagar, skuldsett fyri rán, sum varð farið fram á einum gistingarhusi í Havn.

Ein kvinna afturat er skuldsett, men hon er ikki varðhaldsfongslað. Øll nokta seg sambært útvarpinum sekan, tó at onkur teirra játtar seg partvíst sekan.

Brotsverkið skal vera farið fram sunnumorgunin, tá ein maður boðaði løgregluni frá, at hann við harðskapi varð noyddur at flyta pengar á eina kontu, sum ikki var hansara egna.

Sambært Kringvarpinum visti hann, hvørji fólkini eru, sum rændu pengarnar.

Tey vórðu handtikin og í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti klokkan 15. Fundurin endaði ikki fyrr enn um 11 tíðina í gjárkvøldið, við at tey trý fólkini vórðu varðhaldsfongslað.

Øll fólkini eru í tjúgunum ella yngri, visti Kringvarpið at siga, sum eisini hevði fingið upplýsta frá Hera Andreasen, leiðara á Kanningardeildini hjá løgregluni, málið einki hevði við rúsevni at gera. Ikki verður upplýst, hvussu nógvar pengar talan var um, at maðurin varð noyddur at flyta.