Totalt langt úti

Haldi tað vera totalt langt úti av Marjun Niclasen at taka M! blaðið og Tidens Kvinde av hyllunum og koma við einari skralltómari frágreiðing, at tað er heilsuskaðiligt hjá børnunum, at síggja eitt hálvnakið konufólk á einari forsíðu

Kundar hava sjálvandi altíð rætt, men fyri tað, um ein ella tvier kundar ikki dáma at síggja eitt slíkt blað í tykkara handli, so er ongin grund fyri, at taka bløð av hyllum, sum hóast alt selja væl. Tað at blaðið verður selt aftan fyri diskin ger tað, at fólk ikki fara at tora at keypa hatta vælsignaði blaðið, sum tit hava skírt at vera meiri ella minni eitt pornoblað. Keypi sjálvur altíð M! blaðið (og FHM fyri tann saks skuld) og haldi, at hetta regliøsa tvæltið má og skal fáa ein enda í Føroyum. Tað líkist svartasta ongum, at tit lata tey fáu, fáa sín vilja ímóti meirilutanum.

Ger tær sjálvum eina tænastu, Marjun og bið "teir góðu" kundarnir halda munn næstu ferð teir siga, at hetta ella hatta blaðið ikki skal standa frammi. Vóni ikki, at komandi Ð blað, sum kemur út í summar, fær somu viðferð, sum tit hava givið M! blaðinum. Annars so kunna tit eisini taka bommini av hyllunum, sum eru á "barnahædd", tí tað síggja og keypa børn, og tað er sku' meiri skaðiligt enn nakað annað blað. Og ímeðan tit eru í gongd, so avskaffa Se & Hør, tí har eru kvinnurnar spillnaknar ... uha!

Skemt til síðis. Tak bløðini fram aftur ella stong handilin, eru míni boð.