Sølan á Fiskamarknaði Føroya í gjár vísir týðiliga, at veksandi toskaveiðan undir Føroyum hevur stóran týdning fyri heimaflotan. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár 192 tons av fiski fyri slakar 2,8 miljónir krónur.
Helvtin av øllum nøgdunum - ella eini 100 tons - var toskur, sum fór fyri slakar 2 miljónir krónur tilsamans.
Sølan í gjár vísir, at tó at toskur var helvtin av samlaðu nøgdunum, stóð toskurin fyri meiri enn tveimum triðingum av samlaða søluvirðinum.
36 tons vóru av toski 2, sum fór fyri miðalprísin 25 krónur og 30 oyru - og 38 tons vóru av toski 3, sum fekk miðalprísin 14 krónur og 98 oyru fyri kilo.
Næst størstu nøgdirnar á Fiskamarknaði Føroya í gjár vóru hýsa. Talan var um eini 35 tons, og miðalprísurin á bestu hýsuni var 9 krónur og 46 oyru.
Eini 20 tons vóru av brosmu, sum lá upp ímóti 9 krónum fyri kilo, og eini 13 tons vóru av longu, har besti miðalprísurin var 14 krónur og 38 oyru fyri kilo.









