Tórshavnar Kommuna íløgur fyri 163,5 milliónir

- Tað tykist ikki vera mark fyri, hvørjar kostnaðarmiklar kaninir verða hálaðar upp úr gyklarahattinum og sendar í eystur og vestur í Havn, sigur varaborgarstjórin.

Í vikuni, var fíggjarætlanin fyri Tórshavnar Kommunu 2015 samtykt, og tá vísti Jógvan Arge sína ónøgd við fyriliggjandi uppskotið.

 

Les eisini: Torshavnar býráð taka eina milliard í láni

 

Sambært Jógvani Arge, varaborgarstjóra, so eru stór lán at hóma.

 

- Kommunan ætlar at læna 41,5 milliónir krónur til íløgur næsta ár, skrivar hann í lesarabrævi í dag.

 

Jógvan Arge vísir á, at talan verður tó helst um eina nógv hægri upphædd enn hesa, tá havt verður í huga ætlanir um Havnarútbygging og skúlabygging.

 

- Fyri framman standa stórar byggiætlanir fyri fleiri 100 milliónir krónur, sum valla kunna gerast uttan munandi størri lán, sigur hann.

 

Les eisini: Tjóðveldi hevur einki alternativ

 

Men tá ið fíggjarlógin var til samtyktar, so vóru ongar atkvøður í móti uppskotinum, tó at øll trý umboðini fyri Tjóðveldi í býráðnum atkvøddu blankt. Heðin Mortensen, borgarstjóri helt sostatt, at var ov grunt at tala at, tá ið tey ikki nýttu sína atkvøðu at vísa uppskotinum aftur.

 

- Tað má metast sum óvanlig og óseriøs framferð av eini andstøðu, ikki at atkvøða fyri fíggjarætlanini, men onki alternativ at hava, skrivaði Heðin Mortensen í lesararbrævi.

 

Sambært borgarstjóranum, er Tórshavnar kommuna enntá nóg væl fyri fíggjarliga at bera íløgurnar.

 

- Tórshavnar kommuna er væl fyri fíggjarliga. So væl, at vit halda fram at vísa búskaparliga ábyrgd og samstundis raðfesta trivnaðin hjá familjum og einstaka borgaranum í kommununi høgt, og so væl, at vit halda fast um framdu skattalækkingina og lækka skattaprosentið enn meira í 2016, skrivar borgarstjórin at enda.

 

Jógvan Arge er tó ikki sannførdur. Hann finnist at, at íløgukarmurin er hækkaður so nógv.

 

- Samlaðu lánini fara kanska, tá tey verða upp á tað mesta, at liggja um einar 900 til 1000 milliónir krónur. Verður tað veruleikin, so fer eisini Tórshavnar kommuna at renna høvdið í lániloftið og kemur í flokk við tær skuldartyngdu kommunurnar, skrivar hann í lesararbrævi í dag.

 

- Tað tykist ikki vera mark fyri, hvørjar kostnaðarmiklar kaninir verða hálaðar upp úr gyklarahattinum  og sendar í eystur og vestur í Havn, sigur hann at enda.

 

Alt lesarabrævi hjá Jógvani kann lesast her