Tórshavnar Býráð hækkar gjøldini hjá teimum eldru

Nú verður dýrari at búgva á ellis- og røktarheimi, og tað verður eisini dýrari at fáa heimahjálp og at vera til umlætting

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at hækka egingjøldini hjá teimum eldri, sum búgva á ellisheimi og á ellis- og røktarheimi. Tað verður eisini dýrari at fáa heimahjálp og at vera til umlætting.

 

Gjøldini hava verið óbroytt síðani 2015, men samstundis eru allir prísir, og allar lønir hækkaðar, og tað pensjónin eisini.

 

Og herfyri samtykti kommunufelagið at mæla til at allar kommunur hava sama gjald, og at tey verða hækkað 15 prosent, sum er væl minni enn lønarvøksturin.

 

Lægsta gjaldið fyri búpláss hækkar úr 5.686 krónum, upp í 6.561 krónur, og tað hægsta gjaldið fer úr 10.538 krónum upp í 12.150 krónur.

 

Tað lægsta gjaldið er fyri fólkapensjónistar við eini eyka inntøku uppá minni enn 50.000 krónur og síðani hækkar gjaldið so líðandi fyri hvørjar 5.000 krónur sum viðkomandi hevur í inntøku, upp til 290.000 krónur, tí so hækkar tað ikki meir.

 

Og nú hevur Tórshavnar Býráð samtykt at fylgja hesi leiðbeiningini frá Kommunufelagnum og sostatt hækka gjøldini tann 1. apríl.