Beint eftir klokkan eitt í dag kom Torkil Veyhe fyrstur á mál í 100 kilometra landavegskoyring.
Ungi havnarmaðurin nýtti 3 tímar og tríggjar minuttir um teinin til úr Havn til Langasands og aftur, umframt tveir túrar í Havnini.
Ein minutt aftanfyri unga mannin var legendan, Gunnar Dahl Olsen, sum megnaði at hanga í Torkili Veyhe til Hósvíkar á veg suður aftur, áðrenn hann varð settur av.
Næstir komu Morten Hansen og Andrass Joensen, sum nýttu umleið 3 tímar og 11 minuttir.
Átta súkklarar luttóku í kappingini, og seinastu tveir súkklararnir eru enn ikki komnir á mál.