Tora ikki at siga nei til heimapartar

Sambært Paul Watson eru tað føroyingar, sum undir bólkatrýsti taka ímóti sínum parti av grindini, men sum síðani beina hana burtur

Sambært Paul Watson eru tað føroyingar, sum undir bólkatrýsti taka ímóti sínum parti av grindini, men sum síðani beina hana burtur

 

– Sea Shepherd hevur funnið eitt ógvuliga áhugavert stað á Sandoy, somu oyggj, har borgarstjórin er besettur av wc-pappíri. Tað er eitt stað, har oyggjabúgvarnir beina hvalakjøtið burtur.

 

Soleiðis skrivar Paul Watson á Facebook. Umboð hansara á Sandi hava tikið myndir av einum skráa úr betongi, sum gongur út av berginum – kanska á Dalsvegnum – sum fyrr hevur verið nýttur til burturkast. Eftir øllum at døma hevur onkur beint burtur fráskurð frá grindini har, og eftir liggja onkrar restir.

 

Hesum spinnir Paul Watson so ta søgu burturúr, at tað eru fólk, sum taka ímóti grindini, hóast tey í veruleikanum ikki vilja tað. Tey tora stutt og greitt ikki at lata vera við at taka ímóti grindini, hóast tey ikki vilja hava hana.

 

– Tað er sosialt óakseptabult í Føroyum at vera ímóti grindadrápi. Tað er hetta irriterandi fyribrigdið, sum vit kalla fyri »traditión«. Trupulleikin er, at nógv fólk eisini er greið um, at kjøtið er dálkað við kyksilvuri og tí er eitur, sum ávirkar heilan, sigur Paul Watson.

 

Hann sigur, at hjá nøkrum føroyingum er heilin lutvíst lítið ávirkaður av hesum eituri. Tey eru tí klók nokk til at vita, at hvalakjørt ikki er sunt.

 

Hann sigur, at allir føroyingar ikki eru líka blóðtystir.

 

– Eftir at hesi fólk hava fingið sín lut av grindini, fara tey bara í tí stilla og sníkja seg at beina tað burtur, sigur Paul Watson, sum hevur hesi stórtíðindi frá sínum fólkum í Føroyum, sum sjálvi hava sæð restir av tvøsti og spiki beint burtur í sliskuni – sum kanska er á Dalsvegnum. Men tey hava somu prógv úr Suðuroy, har tey sjálvi hava sæð, at spikið av døglingunum í Hvalba varð beint burtur.

 

Tey hava eisini funnið finnur, sum eru skornar av smáum hvalum.

 

– Eg dugi ikki at skilja, hvat tað eru fyri sjúk mennisku, sum skera ryggfinnurnar av baby-hvalum ella óføddum hvalum.

 

– Tess meira vit kanna hetta løgna mentanarliga frávikið, tess longur kenna vit okkum fella í djúparu løgini av helviti, skrivar Paul Watson.

 

Í telduposti til fjølmiðlar endurtekur felagsskapurin pástandin um, at føroyingar als ikki eta alla grindina, men tveita nógv kjøt burtur. Har hóttir hann eisini við at draga Danmark fyri rættin fyri at bróta ES-lóggávu um hvalaveiðu, tí danski herurin nú hevur blandað seg upp í og vart grindadráp í Føroyum.