Tora betri heitir

Hóast servurnar í flogbóltsspælinum ofta kunnu tykjast misjavnar, so tykist føroyska liðið nú av álvara at hava funnið stevið. Nakað sum annars kundi tykjast trupult fyrsta dystin, men móti Cayman sótu tær aloftast rætt.

Hóast hann ikki hevur nakra einfalda frágreiðing, so heldur Ragnar í Haraldsstovu, at hetta kanska hevur nakað at gera við, at høllin er heitari, enn føroysku spælararnir eru vanir við.

- Tú torir betri at sláa ígjøgnum, tá tú ert heitur, og tað ert tú alla tíðina her. Varsemið hevur mest sum hug at hvørva úr spælinum, og kemur tú so ígongd, so koyrir tað bara. Í dag síggja vit eisini, at Rúni er við at raka servurnar rætt, og tá verða tær eisini heilt vandamiklar, helt Ragnar, tá vit tosaðu við hann eftir sigurin á Cayman Islands.