Toppskjúttin er aftur tøkur

Heimaliðið verður stórfavorittur, tá ið oddaliðið B36 fær vitjan av Skála, sum bara hevur æruna at spæla fyri

Sunnudagin vann B36 strævnan og tepran sigur í Gøtu. Hesa ferð er einki sum eitur. Skálamenn fara at vitja í Gundadali, og árstalsfelagið, sum er í tættari kapping við NSÍ um FM heitið, kann ikki brúka annað enn øll trý stigini.

Hesa ferð eiga vánirnar hjá B36 at vera betri, enn tær vóru í Gøtu. Sylla var burturstaddur síðsta sunnudag, og tað var stórur saknur í honum, tí eingin megnaði avgerandi gjøgnumbrotini. Sunnudagin verður Sylla aftur í B36 álopinum, og harvið er sannlíkið fyri málum til heimaliðið í Gundadali størri, enn tað var fyri viku síðani.

Síðst B36 var á heimavølli, var úrslitið ímóti KÍ 2-2. Um B36 framvegis skal kappast við fyrst og fremst NSÍ um FM heitið, so er javnleikur ímóti Skála ikki nóg mikið.

Skálamenn kunnu hvørki fara undir strikuna ella upp á pláss, sum ber altjóða luttøku næsta ár við sær. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur Skála bara skorað eitt mál tilsaman. Í Gundadali kunnu skálamenn spæla frítt. Spurningurin er, um tað fer at røkka til stig. Tað gjørdi tað, tá ið Skála í 9. umfari vitjaði B36 og úrslitið varð 1-1. Tað var mest umrøddi dysturin í landskappingini í ár, men tað er ein heilt onnur søga.