Hóast hann vanliga byrjar á beinkinum, so er italski Luca Toni best lønti spælarin í týsku bundesliguni. Toni fær 70 mió krónur um árið frá Bayern München, og tað er meira, enn nakar annar spælari forvinnur í týsklandi. Næstir á listanum, sum Bild hevur almannakunngjørt sær soleiðis út við øllum tølum í milliónum krónum um árið. Alexander Hleb (45), Grafite (35) og Sebastian Kehl (25).