Tokyo fekk OL í 2020

Í kvøld varð avgjørt, at tað verður høvuðsstaðurin í Japan, Tokyo, sum fær heiðurin at hýsa olympisku summarleikunum í 2020.

 

Tokyo fekk flestar atkvøður í fyrsta umfari, har Istanbul og Madrid, endaðu javnir.

 

Í øðrum umfari varð Madrid sáldað frá og í síðsta umfari var tað so Tokyo, ið fekk flestar atkvøður.

 

Hetta er aðru ferð, olympiskir leikir eru í Tokyo.  Fyrru ferð var í 1964 og tað var eisini fyrstu ferð, leikirnir vóru í Asia.

 

Leikirnir skuldu annars vera í Japan í 1940, men landið misti vertsskapin, eftir innrásina í Kina.

 

Leikirnir vórðu fluttir til Helsinki, men vórðu at enda avlýstir, tí heimskríggj brast á.

 

Tokoy hevur lagt ómetaliga umfatandi ætlanir fyri leikunum í 2020, sum fara at fevna um 36 leikvøllir og hallir, 15 av teimum eru longu bygdar.  

 

Heili 85 prosent av ítróttarverkløgunum eru styttri enn átta kilometrar frá olympiska býnum, skrivar DR í kvøld.

 

Leikirnir í Japan kosta 19 milliardir krónur, umframt aðrar 25 milliardir, sum japanski landskassin setir í leikirnar, ella tilsamans ørandi 44 milliardir krónur.

 

Í 2012 vóru leikirnir í london og í 2016 verða teir í Rio de Janeiro.