Minst 39 fólk doyðu, tá eitt ferðamannatok, sum var á veg úr Moskva til St. Pætursborg, fór av jarnbreytini í gjárkvøldið. Russisku myndugleikarnir kanna nú, um talan var um eina yvirgangsatsókn.
Tíðindastovan Interfax skrivar frá sínum keldum, at fólk hava greitt frá, at tey hoyrdu ein brest, beint áðrenn tokið fór útav. Sagt verður eisini, at eitt hol var millum skinnararnar, og at tað kann stava frá einari spreinging undir tokinum.
Dmitrij Medvedev, forseti, hevur givið trygdartænastuni boð um at kanna málið til botns, skrivar Interfax.
Ráðharrin Sergej Sjojgu sigur við fjølmiðlarnar í morgun, at 18 fólk eru ikki komin afturíaftur, og at 95 fólk hava fingið skaða. Sambært ráðharranum vóru umleið 660 fólk við tokinum, tá vanlukkan hendi.










