Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar víða hvar um landið. Fleiri bilar vórðu steðgaðir og hjá summum bilørarum spældi ikki væl av. Í sambandi við hesar kanningar, vórðu einir 20 bilar, sum løgeglan hevði illgruna til, steðgaðir í Havnini í nátt, og tveir av teimum eru skuldsettir.
Í hesum sambandi er ein bilførari skuldsettur fyri at koyra við kenning og ein annar er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Báðir vórðu tiknir í Havn og báðir vórðu førdir á Landssjúkrahúsið, at blóðroynd varð tikin av teimum og úrslitið av henni verður so avgerðandi fyri, hvat hvussu málið verður avgreitt.
Løgreglan sigur eisini, at tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu. Teir vórðu allir tríggir tiknir norðanfyriog tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri í part. Og í Suðuroy vórðu ferðmátingar gjørdar á Trongisvágsvegnum, har tað er loyvt at koyra 50. Tað var í gjárkvøldið og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 81 og tað gevur honum eitt klipp í koyrikorti umframt 3.000 krónur í bót.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt alt vikuskiftið. Leygarnáttina var tað ein, sum fekk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tí hann var so ólátaður, at hann var til ampa. Hetta er tað, sum áður kallaðir politiviðtøkurnar. Men eisini leygarnáttina vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning.