Tokio Hotel yvirhálar Rammstein

Tokio Hotel hava lagt amerikanska marknaðin undir seg og eru størri enn hørðu rock-dreingirnir úr Rammstein. Tað fortelur heimasíðan bild.de í dag.

 

Emo-popp/punk bólkurin, ið vanliga skrivar og syngur á týskum, er í løtuni í Amerika í sambandi við, at enska útgávan av sanginum ?Schrei?, ?Scream?, kemur út.

 

Eftir fá tiltøk, framførslu á MTV 6. mai, luttøku í Conan O´Brian Late Show, og autografskriving á Times Square, er bólkurin við at taka kræsna amerikanska marknaðin við stormi.

Og málið er ongin trupulleiki, tí amerikonsku bløðini kalla týsku dialektina á ensku løgunum fyri sjarmerandi.

 

Einans Nena, The Scropions og Rammstein hava áður megnað at koma á hitt-listarnar, og Tokio Hotel tykjast longu fyrstu vikuna at fara beint inn á top-50 listan.

 

Næsta mál hjá bólkinum er asiatiski og suður amerikanski marknaðin.