Tvey ár eftir, at Toblerone sjokulátan broytti skap, boða framleiðararnir í dag frá, at eyðkenda sjokulátan fer nú aftur til gamla skapið. Tað skrivar BBC.
Broytingin fyri tveimum árum síðan innibar, at longri bleiv millum teir eyðkendu tríkantarnar, samstundis sum at støddirnar minkaðu, tá 200 gramm sjokuláturnar blivu minkaðar niður í 150 gramm. Grundgevingin var tá, at kostnaðurin at framleiða sjokulátuna var dýrkaður so nógv.
Síðan broytingina hevur fyritøkan, Mondelez International, verið fyri atfinningum fyri nýggja skapið og nú hevur fyritøkan so boða frá, at farið verður aftur til gamla skapið og støddirnar.
Fyritøkan avvísir tó, at fallandi søla er orsøkin til, at farið verður aftur til gamla skapið, men vísir á, at sølan vaks eftir broytingina fyri tveimum árum síðan og at 2017 var eitt ótrúligt ár fyri Toblerone.