Ein altjóða felagsskapur, Sri Chinmoy Oneness Home Peace Run, hevur í dag, saman við Akseli V. Johannesen, løgmanni, útnevnt Føroyar til eina friðartjóð í einum skara av øðrum Oneness Home Peace Run friðartjóðum.
Tað er indiski guru’in og sekt-leiðarin, Sri Chinmoy, sum byrjaði hesa friðarrørsluna. Tað snýr seg um eitt toymi av fólki, sum renna úr stað í stað, úr landi í land, við einum friðarkyndli, til tess at bera friðarboðskapin víðari.
Nú er so leiðin komin til Føroya. Um vikuskiftið luttóku rennarar frá Peace Run í Kalsoyarrenningini, og í morgun hava tey vitjað skúlaflokkar í Havnini. Seinnapartin var so hátíðarhald fyrst á Speaker’s Corner á Vaglinum og síðani uttan fyri Ráðhúsið á Vaglinum.
Fyrst vóru tað Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og umboð fyri løgtingið, sum tóku ímóti friðarkyndlinum. Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum, Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, tóku ímóti kyndlinum saman við løgtingsformanninum.
4. flokkur úr skúlanum við Løgmannabreyt luttók eisini.
Fólkini frá Peace Run greiddu frá, hvat rørslan snýr seg um og eitt sindur um stovnaran. Ein skjøldur var handaður løgtingsformanninum, sum greiddi eitt sindur frá, um hvat hetta snýr seg um.
Síðani lá leiðin oman í Ráðhúsið, har Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunnvør Balle, tóku ímóti rennarunum. Eina og løgtingslimirnir fingu tær eisini krúss og heiðursmerki frá rennarunum, nú Føroyar er vorðin ein friðartjóð.










