Útlendsk tónleikafólk ovfarin av Boys In A Band

Hóast Atlantic Music Event ikki var ein kapping, eins og Prix Føroyar, so var Boys In A Band stóri vinnarin av tiltakinum. Bólkurin skal spæla á tveimum donskum festivalum í summar Bæði Nibe Festivalurin og Jelling Festival høvdu frammanundan boðað frá, at onkur luttakandi bólkur slapp at framføra á teirra festivali.

 

Hóast Eysturoyarbólkurin við teimum lívligu framførslunum, ikki var á høvuðsskráni, men ístaðin spældi á teimum minnu konsertunum, ið vóru hildnar í Kagganum, so valdu bæði Nibe Festivalurin og Jelling Festivalurin júst henda bólk til sína spæliskrá.

 

Sum heild vóru útlendsku gestirnir heilt tiknir á bóli av bólkinum, og fleiri væntaðu at her kundi koma fløgusáttmáli burturúr.

 

Ein av tónleikajournalistunum segði við Planet.fo:

-lLat teir spæla eina sýnisgluggakonsert í Keypmannahavn, so berjast plátufeløgini um teir.