Eitt tað besta mátið fyri, um ein bygd hevur framtíðar livilíkindi, er barnatalið í bygdini. Nú børnini byrja skúlan, kemur hettar til sjóndar við at kanna, hvussu nógv børn fara í fyrsta klassa.
Her hjá okkum eru tølini mest at kalla ræðandi. 14 fóru í fyrsta klassa nú ímóti 22 í 2000. Hyggja vit eftir samlaða barnatalinum í skúlanum nú, so eru 140 í 9 klassum ímóti 136 í 7 klassum í 2000.
Fólkavøksturin síðan 2000 er 76 fólk ella 10 – 12 um árið.
Ræðandi tøl, ið vísa beint ímóti avtofting av einari bygd mitt í landinum og við øllum náttúrligum menningarmøguleikum.
Orsøkir
Tíðarskeiðið, vit her tosa um, er tað sama sum tíðin vit hava verið partur av Tórshavnar Kommunu, so nærliggjandi er at hugsa, at tað er her orsøkin er at finna.
Makaleys stýringsmisrøkt, sum her er ikki sædd her á landi áður. Rætt skal vera rætt, at her er bygdur nýggjur skúli, heilsumiðstøð og ítróttarhøll. Alt góð og neyðug ting. Føroya longsta kajsíða er eisini komin á Langasandi.
Sæð í baksýni, so er hettar helst gjørt fyri at kyrra fólki úti í bygdini, so tey ikki varnast tær tápuligu ætlanir, ið eru fyri fjørðin sum heild. Del og hersk siga danir.
Grundleggjandi orsøkin fyri tí negativu gongd, sum vit vísa á hvat fólkavøkstri viðvíkir, er fyrst og fremst, at her verður einki útstykkjað. Ungdómurin, ið ikki vil flyta til Havnar, flytir til grannabygdirnar at búseta seg. Samstundis er býráðið í fer við at spreingja røkur inn í Kirkjubøreyn, so fólk kunnu búgva á hillum meðan stórt og gott byggilendi er her runt allan fjørðin hjá okkum.
Etiska støði í viðferini av kollfirðingum
Sum embætisfólk hjá tí almenna, tað verið seg land ella kommunu, so skal ein arbeiða eftir lógum og reglum, ið eru galdandi. Harafturat so skal embætisverkið altíð hava trygd og trivna hjá borgaranum í huga, tí tað er borgarin, ið skal tænast – hann er arbeiðsgevarin.
Vit og skil má altíð nýtast, sjálvt um eingin reglugerð er tøk um hettar ella hattar málið.
Stóra projektið at gera bingjuhavn inni á botni í Kollafirði, ið leiðslan fyri Tórshavnar Havn er byrjað uppá, brýtur við øll hesi princippir.
Fyri tað fyrsta, so er tað ørskapur at leggja slíkt virksemi mitt inn í eitt bústaðarøki. Fyri tað næsta so hevur leiðslan størri ætlanir enn tað teir eru í fer við nú, sum teir ikki vilja kunna borgarin um. Teir bíða helst bara eftir einum nýggjum býráði sum kann geva grønt ljós.
Harafturat so hevur leiðslan roynt at funnið øll møgulig undantøk fyri krøvum, ið áttu at verið rímulig fyri trygd og trivna hjá borgarunum. Soleiðis er eingin árins- og umhvørviskanning gjørd. Etiska støðið og virðingin fyri borgarnum runt Kollafjørð verður kanska best lýst við hendingini nú um dagarnar, tá ið russiski trolarin fór á flesjarnar. Báturin kom av Kollafirði, og nú vísir tað seg, at hann hevði onga ábyrgdartrygging! Eitt makaleyst forsømilsi av Tórshavnar Havn at lata skip koma inn ímillum hús uttan slíka trygging. Havnarmyndugleikin hevur allan myndugleika innan fyri havnamerkini og kann tí seta øll neyðug krøv um trygd til skip í koma inn. Um vit og skil hevði verið nýtt, so hevði millum annað landskassin spart einar 10 til 15 milliónir.
Aftan á at leiðslan fyri Tórshavnar Havn hevur skaffað okkum luftdálking, ljóðdálking og ikki syrgir fyri at skip, ið koma á fjørðin eru ábyrgdartryggjaði, so halda vit, at Tórshavnar Býráð eigur at finna nýggja havnarleiðslu, ið tekur eitt rímuligt atlit til trygd og trivna hjá borgarunum.
Næsta katastrofustað Kollafjørður?
At skip fara á land er ikki nakað nýtt, tað kemur at henda av og til. Trengri umstøður, ið skipini hava, størri er møguleikin. Inni á botni í Kollafirði er so trongt og veðurhart, at tað er bara ein tíðarspurningur, nær hesi stóru skipini, ið ætlandi skulu nýta hesa nýggju havn, bera við land. Gera tey tað, so fara tey á hol, tí hettar eru skip, ið viga túsundtals tons. Hendur hettar, so er katastrofa runt allan fjørðin.
Bygdin okkara ábyrgd – verið við at bjarga henni!
Vit halda at trivnaður, búseting, umhvørvisvernd og livilíkindir annars runt fjørðin hava verið fyri óvanligari stórari misrøkt, síðan vit blivu partur av Tórshavnar Kommunu.
Skulu kollfirðingar steðga ørvitisviðferðini, ið vit fáa frá Tórshavnar Býráð, so eiga øll at koma við í felagið hjá okkum, tí størri felagið er størri er ávirkanin.