Tann 49 ára gamli Christer Fuglesang varð móttikin sum hetja, tá hann og konan, Lisa, komu við flogfari til Arlanda-floghavnina í Stockholm í gjár. Ein stór mannfjøld við vinnumálaráðharranum, Maud Olofsson, á odda var komin at taka ímóti tí fyrsta norðurlendska rúmdarmanninum.
-Vælkomin heim. Vit eru stolt av tær. Tað, sum tú hevur avrikað, gevur okkara ungu áhuga fyri náttúruvísindi og tøkni. Alt Svøríki hevur bíðað eftir, at tú skuldi sleppa á tína fyrstu rúmdarferð, og tá tað eydnaðist, gjørdi tú eitt megnar arbeiði. Vit fylgdu við tínum ferðum uttan fyri rúmdarstøðina við stórum spenningi og virðing. Vegna alt tað svenska fólkið takki eg tær, segði ráðharrin, tá hon tók ímóti hetjuni.
Í Arlanda-floghavnini er ein "Hall of Fame", har myndir av umleið 100 kendum svium hanga á vegginum, og sjálvandi er ein mynd av Christer Fuglasang komin at hanga har ímillum so kend nøvn sum ABBA, Brit Ekland, Monica Zetterlund, Carola og onnur.
Christer Fuglesang og konan hava úr at gera hesar dagarnar. Í dag skuldu tey á kongsborgina at hitta Carl Gustaf kong og Silviu drotning, og seinni skulu tey til fleiri móttøkur.
Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur róst svenska rúmdarmanninum fyri avrikið á teirri fyrstu ferðini, og sjálvur hevur hann avdúkað, at hann vil fegin sleppa út aftur í rúmdina.