Ætlaðu at selja iranum uran

Í USA eru tveir menn ákærdir fyri at hava havt ætlanir um at selja iranum útgerð til at ríka uran við.

Annar av monnunum, Parviz Khaki, er iranskur ríkisborgari, og hin, sum eitur Zongcheng Yi, er úr Kina. Teir eru ákærdir eftir einari lóg, sum bannar handli við ymsum umstríddum tólum. Harafturat eru teir ákærdir fyri smugling, skrivar CNN.

Khaki varð handtikin í Filipsoyggjunum fyri tveimum mánaðum síðani, men amerikanararnir hava hildið eygað við honum síðani í 2009. Verða hann og Yi funnir sekir, kunnu teir fáa fleiri áratíggju aftan fyri rimarnar, sigur CNN.