Ætla at keypa Skeiva Pakkhús fyri 12,5 mió kr

Tórshavnar býráð fer á býráðsfundinum í morgin at taka støðu til, um býráðið skal keypa Skeiva Pakkhús frá P/F Valdemar Lüt­zen fyri 12,5 milliónir krón­ur. Borgarstjórin mæl­ir til at keypa, and­støðan mælir í­móti, meðan tjóð­veld­is­um­boð­ini taka støðu á fundinum

Býarskipanin hjá komm­un­uni hevur ímyndað sær øk­ið úr Lágabø heim móti Rætt­ará og Skálatrøð í Havn sum savns­økið, har Westward Ho, Norð­lýsið og aðrir søguligir bát­ar og skip liggja.
Økið fevnir um Müllers Pakk­húsi, Fabrikkina, neyst­ið við Lágukai, Skeiva Pakkhús og Gamla Hosp­ital.
Fyri ferðavinnuna, hand­ils­­lívið, mentanarlívið, savns­­virksemið, ráðstevnur, oljuvinnuna o. a. virksemið hevur tað stóran týdning, at kommunan er aktivur partur í arbeiðinum at skapa góðar karmar sum mentanarbýur, verður sagt í tilmælinum.
Kommunnustjórin, Jens Marius Poulsen og trivn­að­ar­stjórin, Ingibjørg Berg, mæla til at kommunan ognar sær Skeiva Pakkhús.
Sagt verður í tilmælinum, at ilt er at kapitalisera virðið, ið liggur í økinum og teimum karmum, sum økið longu nú hevur.
Heine Lützen boðar vegna selj­ar­arnar frá, at teir eru sinnaðir at selja kommununi Skeiva Pakkhús fyri kr. 12.500.000, um skjótt verður gjørt av.
- Grundað á hetta verður mælt til, at kommunan keyp­ir Skeiva Pakkhús, stendur í tilmælinum.
Fíggjarnevndin hevði fund um málið fríggjadagin: Heð­in Mortensen mælir til, at kommunan ognar sær bygn­ingin.
Jan Christiansen og Høgni Mikkelsen mæla frá, at komm­unan keypir ognina.
Jógvan Arge og Leivur Han­sen taka støðu á bý­ráðs­fund­i­num.