Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Hetta hevur verið ein sera áhugaverdur og gevandi túrur. Tað tú hevur hoyrt og lisið um, verður nógv meira ítøkiligt, tá tú sjálvur kanst vitja eitt land sum India og har tú sær, hvussu altjóðagerðin virkar í verki. Hetta sigur Líggjas í Bø, nevndarformaður í íløgufelagnum Tjaldur, sum var partur av føroyska ferðalagnum í India. Líggjas í Bø heldur India verða rættað plássið at vitja, skulu vit gera okkum tankar um at vera við í altjóðagerðini. Hann heldur ferðina vera sera væl fyrireikaða.
Men hvat kann Tjaldur brúka henda túrin til?
-Tað vil tíðin vísa, men tað er als ikki óhugsandi, at Tjaldur fer at gera íløgur í India.










