Tjaldur bíðaði leingi

Fyri steðgin var StÍF nevnliga heilt væl við í uppgerðini móti verjandi meistarunum.

Bara tvey mál vóru á muni, tá farið varð til hálvleiks, men so setti Tjaldur ferð á.

Sum ikki eina ferð var Adina Petrea drívmegin, og við fýra teimum fyrstu málunum hjá Tjaldri eftir steðgin punkteraði hon alla vón um eina sensatión hjá vertunum.

Restina av dystinum helt Tjaldur fast um leiðsluna, soleiðis at talan hóast alt gjørdist um tryggan sigur.

Besti málskjútti hjá StÍF var Rebekka Justinussen við 8 málum. Adina Petrea skoraði hesa ferð 12 mál fyri Tjaldur.

 

StÍF-Tjaldur 21-29 (12-14)