Tjóðveldisflokkurin er størsti flokkur í veljarakanningini, sum Útvarpið hevur gjørt uttan fyri høllina á Hálsi.
Tá útvarpið klokkan 18 hevði talt svarini frá 3.598 fólkum, vísti kanningin hesi tøl:
Tjóðveldisflokkurin 24,54% - 4 umboð í býráðið
Fólkaflokkurin 24,37% - 4 umboð í býráðið
Sambandsflokkurin 22,40% - 3 umboð í býráðið
Javnaðarflokkurin 15,87% - 2 umboð í býráðið
Miðflokkurin 4,86% - einki umboð
Sjálvstýrisflokkurin 4,67% - einki umboð
Valhølini í Havn eru nú stongd og fólk eru farin at telja atkvøðurnar. Roknast kann við, at úrslitið fer at líkjast tí frá kannigini. Útvarpið gjørdi líkandi kanning við seinasta kommunuval, og var hon tá rættiliga eftirfarandi.
Úrslitið frá býráðsvalinum í Havn fæst helst at vita um einar tveir til tríggjar tímar.
Á valinum í Havn í 1996 var úrslitið hetta:
Fólkaflokkurin 1.819 atkvøður - 4 umboð í býráðið
Sambandsflokkurin 1.887 atkvøður - 4 umboð í býráðið
Javnaðarflokkurin 1.082 atkvøður - 2 umboð í býráðið
Sjálvstýrisflokkurin 599 atkvøður - 1 umboð í býráðið
Tjóðveldisflokkurin 1.133 atvøður - 2 umboð í býráðið
Miðflokkurin 410 atkvøður - einki umboð í býráðið
Uttanflokkalistin 219 - einki umboð í býráðið
Blankar og ógildar atkvøður 108










