Áki Andreasen
?????????????????
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður hevur eina grein í Sosialinum mikudagin 31. mars undir heitinum »Tá tjóðveldið rýmdi frá uppvaskinum« - tað er nú markháttligt, at Bjarni Djurholm skal ditta sær at tosa um politiskt ella búskaparligt uppvask; men lat tað vera sagt alt fyri eitt, at Tjóðveldsidflokkurin er ongantíð rýmdur undan nøkrum; men royndi til tað síðsta at vaska upp og ikki minst turka upp eftir Fólkaflokkin.
Tjóðskaparligir undanstøkkingar
Fyrsta veruliga sjónliga upptakið var, tá Fólkaflokkurin - sær sjálvum so líkur, dróg í land - avlýsti fólkaatkvøðuna og harvið breyt allar gjørdar avtalur.
Síðan minnist alt Føroya fólk tá løgmaður fyrstu ferð - tað vísti seg seinni at gerast vørumerkið hjá Anfinn Kalsberg - tá hann fyrstu ferð hótti samgong-una, um Høgni Hoydal legði uppskotið fram um »Sjálvsstýri Føroya fólks«.
So var tað brævið, sum skuldi sendast til ST - men tað legði Annfin Kalsberg í eina skuffu, og har bleiv tað liggjandi.
Soleiðis kundi eg hildið á - men Tjóðveldisflokkurin valdi at halda tørn og blíva við at søkja framá í frælsisstríðnum - men Fólkaflokkurin vildi ikki koma við Tjóðveldisflokkinum, men valdi at draga málini út, seta seg uppímóti og áhaldandi bróta gjørdar avtalur. So hvør er rýmdur undan hvørjum veit Bjarni best sjálvur.
Vinnuligir kávalótir
Fólkaflokkurin sat við vinnumálum - og ger tað framvegis. Munurin er bert tann, at nú kann Fólkaflokkurin - uttan mótstøðu í landsstýrinum válka sær sum hann vil; men kenna vit hann rætt, tekur hann ikki ábyrgd av nøkrum - »alt skal leggjast fyri á samgognufundi« - landsstýrismaðurin í vinnumálum er kendur í politiskum høpi at mala runtan um og annars blaka við runu eftir sínum samstarvsfeløgum.
Ikki eitt vinnupolitiskt framstig kann Bjarni Djurholm og Fólkaflokkurin vísa á, og tað í sær sjálvum skuldi verið eitt politiskt uppvask, sum hann skuldi tikið sær av áðrenn hann byrjar at tosa um, hvør er rýmdur undan hvørjum.
Tað er óhugnaligt at hugsa sær til, at flokkurin sum við reinum lótum, fyrigyklar fólki, at hann er borganin fyri einum frælsum vinnulívi framvegis skal sleppa at seta dagsskránna í føroyskum vinnupolitikki.
Øll minnast somuleiðis, hvussu Fólkaflokkurin tíðliga og seint, var tilreiðar at fáa almenna stuðulin inn aftur í føroyska vinnulívið - men var steðgaður av Tjóðveldisflokkinum.
Nú tá eingin Tjóðveldisflokkur er at halda í nakkanum á t. d. Bjarna Djurholm er ikki gott í væntu fyri føroyska vinnulívinum - gøtan er løgd fyri vina- og kenninga politikkinum á vinnuøkinum; men Bjarni Djurholm skal vera fullvísur í, at Tjóðveldisflokkurin fer at vera á varðhaldi.
Búskaparligir vingluskøltar.
Bjarni Djurholm vísur á, at Tjóðveldisflokkurin ikki vil vera við nú búðskaparliga er við at ganga eitt sindur ímóti. Landsstýrismaður Fólkafloksins avdúkar eina atlan sum Tjóðveldisflokkurin skal hava havt fyri at sleppa burtur úr samstarvinum við Fólkaflokkin, og samtíðis kemur hann við einari lítlari fittari søgu um dreingir sum spæla við ein bát í einari sandrúgvu.
Tað er ikki ókent at fólkafloksmenn hava hugflog til eitt og annað - og Bjarni er ikki nakað undantak sær tað út til.
Men tá landsstýrismaðurin sigur at tað er lætt at sita við ábrygd tá viðrák er í búskapinum og í samfelagnum annars - prógvar tað bara tað sum er helt, nevniliga at Bjarni Djurholm og Fólkaflokkurin fullkomuliga hava misskilt sunnan búskaparpolitik. Tað var als ikki lætt hjá Tjóðveldisflokkinum at sita við fíggjarmálum - ágangurin var harður - tað minnast øll, ikki minst hugurin hjá Fólkaflokkinum at brúka pengar. Hevði Karsten Hansen ikki havt tær dygdirnar, hann hevði og saman við Tjóðveldisflokkinum sett kósina, var heilt galið í dag.
Tjóðveldisflokkurin var til reiðar at gera neyðugu átøkini - komið var við bit og slit fram til eina fíggjarlóg, sum bleiv løgd fram av Karsten Hansen. Men eisni tá skuldi Fólkaflokkurin trýstast til at takað neyðug stig - tí veruleikin at ryggurin manglar Bjarni tá tøkini skulu takast, og »vingluskøltapolitikkurin« tekur yvir.
Nei Bjarni Djurholm, Tjóðveldisflokkurin er til reiðar - men tá tað er trupult hjá Fólkaflokkinum og tí sum hesin flokkur vildi hava í fremstu røð at skilja millum rætt og rangt, og ferð eftir ferð hótti samgonguna við persónmálum - tá er ilt at síggja viljan at halda fram, og annars so skrivaði Annfinn Kallsberg út nýval, og sendi landsstýrisfólk Tjóðveldisfloksins til hús.