Í Hoyvík, har Skaðagil og Djúpagil koma saman, er í dag ein tjørn og á býráðsfundi í Havn í annaðkvøld, fer býráðið at geva henni navn.
Henda tjørn var upprunaliga ein vatnbrunnur hjá hoyvíkingum, men í dag er hetta ein vøkur tjørn, sum dregur nógv fuglalív til sín, bæði dunnur og annan fugl, og eitt nú hevur eitt svanapar ungar har nú á triðja ári.
Hendan tjørnin hevur onki navn, men onkur hevur bara kallað hana Hoyvíkstjørn. Men tað er eisini ein onnur Hoyvíkstjørn í Havn, so her kann blandingur skjótt koma í.
Á fundi í annaðkvøld, fer Tórshavvnar býráð sostatt at viðgera eitt uppskot um at geva henni navn og uppskotið, sum er frammi, er at kalla hana Giljatjørn.
Hetta er eitt navn, sum staðarnevndarnevndin onki hevur at finnast at og vísir á, at munurin á eini tjørn og einum vatni, er, at ofta er tjørnin minni og grynri.