Tingfundurin gjørdist ov drúgvur

Hóast løgtingið eftir ætlan skuldi fara undir 2. viðgerð av fíggjarlógini í dag, so gjørdist tingfundurin so mikið drúgvur, at tá viðgerðin av fíggjarlógini loksins skuldi byrja í kvøld, valdi tingformaðurin í staðin at slíta fundin.


Í staðin hevur løgtingsformaðurin sett 2. viðgerð av fíggjarlógina á skrá til í morgin. Løgtingsformaðurin hevur áður gjørt greitt, at hann ætlar, at løgtingið skal vera liðugt við øll mál áðrenn jólaaftan. Tað merkir at løgtingið einans hevur hesa vikuna at arbeiða í.